Bakkafrost
Útgivið
17. april 2023
Útgongur
27. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir einum starvsfelaga við maskintekniskum førleikum, sum eisini kemur at røkta fisk.

Arbeiðsøki
Starvið er fjølbroytt og kann deilast upp í maskinuppgávur og fiskarøktarauppgávur. Tann maskintekniski parturin av starvinum umfatar viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, sveising og aðrar fyrifallandi handverkarauppgávur saman við maskinmeistaranum. Hin parturin er at virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð og hjálpa til við at røkta fisk, t.d. tá fiskur skal koppsetast, skiljast og annað.

Tín vangamynd
Tað er ein fyrimunur, um tú ert maskinsmiðjur ella líknandi ella hevur royndir við smiðjuarbeiði. Vit vænta, at tú ert ágrýtin og álítandi, tekur ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja dent á t hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Á smoltstøðini starvast ein maskinmeistari og fimm smoltalarar við drúgvum royndir innan aling. Tey fara at gera sítt besta fyri, at tú fært góða upplæring í starvinum.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Løn er samsvarandi sáttmála við viðkomandi yrkisfelag.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kristian Jákup Joensen, formann, á tel. 235078 ella við t-brævi til krjo@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her. Umsóknarfreistin er 27. apríl 2023.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið