Landsverk
Útgivið
26. juni 2024
Útgongur
9. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja dugnaliga/n og álítandi formann/kvinnu, sum hevur hug og hegni at leiða dagliga arbeiðið hjá einum av toymum okkara í vegahaldinum.

Vegahaldið hevur ábyrgd av, at landsvegirnir eru góðir og tryggir at koyra á. Vit viðlíkahalda landsvegakervið, rudda kava, halda økir uppat vegnum rein og ruddilig, skifta út vegalutir og rykkja út í sambandi við brádliga íkomnar skaðar.

Arbeiðsuppgávur
Tú hevur, í samstarvi við tín leiðara, dagligu leiðsluna av arbeiðsliðinum og hevur ábyrgd av at samskipa arbeiðsuppgávurnar hjá liðinum. Tú hevur ábyrgdina av at samskipa t.d. asfaltbøting, reingerð við vaskibilinum, reinsan av veitum og tvørrennum, viðlíkahald av vegøkslum og uppsetan av prestum í samstarv við aðrar formenn hjá Landsverki.

Tú gongur fremst, tá ið ræður um trygd í arbeiðinum og vísir arbeiðinum, trygdini og trygdarreglunum ans.

Tú ert partur av dagliga arbeiðinum, men skalt eisini taka tær av ymsum fyrisitingarligum uppgávum, sum til dømis at avgreiða rokningar og tímaskráseting.

Førleikakrøv
Tú hevur handverkaraútbúgving ella royndir sum arbeiðsfólk innan eitt nú entreprenørvinnuna. Leiðsluroyndir innan nevndu økir eru ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Tú gert tær ómak, dugir væl at skipa arbeiðið og ert skjót/ur at finna røttu loysnina saman við avvarðandi leiðara, tá ein avgerð krevst.

Vit leggja dent á góðar samskiftisførleikar - bæði í gerandisdegnum og á skrift. Tú megnar at arbeiða í Word og Excel. Tað er ein fyrimunur at hava stóra koyrikortið, men ikki eitt krav.

Setanarviðurskiftir
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag.

Roknast má við úrtíðararbeiði og arbeiði forskotna tíð. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni. Fasti arbeiðsstaðurin er í maskinmiðstøðini í Kollafirði, men roknast má við at arbeiða kring alt landið.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkaraog vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. juli 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mortan Olsen, leiðara fyri vegahaldinum á tlf. 290887 ella teldupostmool@lv.fo, ella til Árna Jacobsen, økisleiðara á tlf. 290920 ella teldupost arja@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið