P/F ArtiCon
Útgivið
25. februar 2026
Útgongur
11. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eina spennandi og avbjóðandi yrkisleið í ArtiCon? Vit leita eftir einum arbeiðsleiðara at ganga á odda í okkara betongarbeiði. Tú kemur at leiða eitt toymi av dugnaligum arbeiðsfólki, sum hava royndir við betongarbeiði, og tey bíða spent eftir tær at byrja.

Vit sóknast eftir einum arbeiðsleiðara, ið gongur høgt uppí dygd og trygd og sum á ein natúrligan hátt skapar trivnað millum síni starvsfólk.

Sum arbeiðsleiðari kemur tú millum annað at hava ábyrgd av at fylgja arbeiðsætlanini, tryggja at neyðuga byggitilfarið altíð finst á plássinum, og at neyðugu amboðini altíð eru tøk. Tú skal tryggja, at starvsfólkið hevur teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera sítt arbeiði.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans útgerð.
  • Eitt fjølbroytt og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi
  • Møguleikar fyri persónligari og fakligari førleikamenning.
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
  • Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Vit vænta, at tú:

  • dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
  • hevur royndir við betongarbeiði
  • fer eftir at náa settar málsetningar
  • ert álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • hevur góð samstarvsevnir

Lønin og setanartreytir
Starvið verður sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Tú er altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú ynskir at vita meira um starvið. Vit hava leypandi samrøður, sum umsóknirnar koma inn.

Søk starvið her

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið