Útgivið
18. marts 2022
Útgongur
4. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Arbeiðsfólk til Grótbrotið

Klaksvíkar kommuna søkir eftir arbeiðsfólki til Grótbrotið at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur 
Dagligu arbeiðsuppgávurnar eru, saman við leiðaranum í Grótbrotinum, at halda økið væl skipað, so at innkeyp, søla og útflýggjan av gróti og øðrum tilfari, sum hoyrir einum grótbrotið til, er nøktandi. Afturat hesum er móttøka av avgrevstri eisini ein partur av arbeiðinum, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur. 

Førleikakrøv 
Í starvinum leggja vit dent á, at tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/ur og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til vinnu og borgarar í Klaksvíkar kommunu. Umsøkjarin skal hava koyrikort til bil, og tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjanri hevur royndir at arbeiða við stórum maskinum, sum verða nýttar til tílíkt arbeiði. 

Setanarviðurskifti  
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini. Tann, ið verður settur, skal kunna tola møguligar broytingar í starvinum.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Aksal Petersen, leiðara í Grótbrotinum, á tel. 228280.  

Umsóknir
Umsókn skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 4. apríl 2022.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Grótbrotið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið