Útgivið
11. august 2021
Útgongur
24. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Arbeiðsfólk til móttøkuhøllina hjá IRF

Søkt verður eftir einum starvsfólki til móttøkuhøllina hjá IRF at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur

  • At taka ímóti og skráseta bilar, sum koma við burturkasti
  • At kvarna timbur og annað burturkast
  • At skilja blandað burturkast, soleiðis at ein størri partur kann fara til endurvinning
  • At veita vegleiðing á staðnum, hvussu burturkastið skal skiljast
  • Dagligt viðlíkahald av maskinum og hølum

Krøv til umsøkjaran

  • Hevur royndir at koyra og passa størri maskinur og maskinútbúnað
  • Hevur stóra koyrikortið
  • Er røkin, ábyrgdarfullur og fyrikomandi
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Hevur grundleggjandi telduførleikar
  • Samskiftir á føroyskum

Vit bjóða
Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn skal sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi týsdagin 24. august.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Andrias Joensen, á tlf. 23 42 14 ella aj@irf.fo.  

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið