Útgivið
12. maj 2022
Útgongur
26. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Arbeiðsfólk til Tænastudeildina á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum

Arbeiðsfólk til Tænastudeildina á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum
Vit søkja eftir arbeiðsfólki til Tænastudeildina. Talan er um tímalønt, ófaklært starv, innan húsavarðatænastuna í Tænastudeildini til setan skjótast gjørligt, ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftisvaktum (dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktum). Arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti.

Tann, sum settur verður, skal hava koyrikort til persónbil.

Fyrimunur er, um viðkomandi hevur koyrikort BE.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Inni- og útiarbeiði.
  • Innanhýsis flutningur av vognum fyri køkin og vaskaríið.
  • Annar flutningur sum t.d. vørukoyring fyri goymsluna og ruskkoyring.
  • Annað fyrifallanda arbeiði, sum til tíðir kann vera tungt.

Persónligir eginleikar:

  • Ábyrgdarkensla.
  • Fryntlig/ur og fyrikomandi.
  • Tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð.
  • Góð samstarvsevni.
  • Góður røkjuskapur.
  • Góð heilsa.

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeildin.

Upplýsingar:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Heimir Ottósson, deildarleiðara fyri Tænastudeildina, á tlf. 304500, lokal 1270 ella á teldupost: heimir.ottosson@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26.05.2022

Viðmæli kann havast við til møguliga samrøðu.

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Søk starvið her

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið