Lýsing
Arbeiðsfólk til Vakurt
- Vit leita í løtuni eftir starvsfólkum til Vakurt. Vit søkja eftir gartnara, arbeiðsfólki ella lærlingi.
Hjá Vakurt virða vit góða kundatænastu, og tí er umráðandi at hava arbeiðssom og ágrýtin starvsfólk. Vit vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og er tað eisini ein fyrimunur, at tú ert fyrikomandi, dugir væl at samskifta, ert røkin og ábyrgdarfull/ur.
Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú kanst seta tín dám á. Arbeiðsuppgávur eru m.a. at:
- Skapa grøn øki og havar
- Fríðka uttanfyri virkir og almennar stovnar
- Fríðka og planta
- Klippa trø og runnar
Umsókn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært avtalu og verður sett skjótast gjørligt. Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi, kanst tú senda tína umsókn til vakurt@vakurt.fo. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Heðin Askham, telefon 221044.
#starvslysing #starv
#vakurt #gartnari #grønarfingrar