Útgivið
10. marts 2022
Útgongur
10. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Arbeiðsleiðari innan betong til Articon

Vegna økt virksemi, sóknast vit eftir arbeiðsleiðara innan betong, sum gongur høgt uppí dygd og trygd, og sum á ein náturligan hátt skapar trivnað millum síni tímaløntu starvsfólk.

Arbeiðsleiðari

Sum arbeiðsleiðari verður tað millum annað tín ábyrgd at fylgja arbeiðsætlanini á mál, umframt at tryggja at neyðuga tilfarið altíð finst á plássinum, at neyðugu amboðini altíð eru tøk, og at tey tímaløntu hava teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera arbeiðið.

Vit vænta, at tú

  • Dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
  • Hevur royndir við betongarbeiði
  • Fert eftir at náa settar málsetningar
  • Er álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • Hevur góð samstarvsevni

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð
  • Góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning
  • Dugnalig starvsfólk við góðum trivnaði

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðari, á telefon +298 226117.

Freistin at søkja starvið er 18. mars 2022 og verður sett skjótast gjørligt. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið