Útgivið
14. august 2021
Útgongur
14. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Arkitektur til bygningadeildina á Tjóðsavninum

Tjóðsavnið søkir eftir arkitekti til bygningadeildina at seta í starv 1. november 2021. Talan er um eitt hálvtíðarstarv við við møguleika at blíva fulltíðarstarv.

Bygningadeildin á Tjóðsavninum umsitur friðaðu bygningarnar í Føroyum. Ábyrgdarøkið er at hava eftirlit við bygningunum, men eisini at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla føroyskan byggisið gjøgnum tíð. Høvuðarbeiðsøkið hjá tí setta verður at taka sær av málum í sambandi við friðaðu kirkjurnar og kirkjurnar sum eru eldri enn 100 ár.

Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá arkitektinum eru

  • málsviðgerð í sambandi við friðaðu kirkjurnar
  • málsviðgerð í sambandi við kirkjurnar eldri enn 100 ár
  • at skráseta og savna inn tilfar viðvíkjandi friðaðu kirkjunum og kirkjunum eldri enn 100 ár
  • at menna og røkja sambandið millum savnið og kirkjuráðini
  • at samstarva við Próstadømisráðið
  • at framleiða miðlanartilfar
  • at luttaka í tvørfakligum verkætlanum

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur

  • útbúgving sum arkitektur
  • serliga vitan um og áhuga fyri føroyskum byggisiði
  • góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum
  • góð miðlanarevni í skrift og talu
  • góð samstarvsevni, ert ágrýtin og forvirkin

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.

Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað, spennandi og avbjóðandi starv. Tann, ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt við egnum hugskotum eins og við bundnum uppgávum.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleif@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um viðkomandi arbeiðsroyndir og avrit av prógvum skulu sendast til:

Tjóðsavnið
Kúrdalsvegur 15
Postrúm 1155
FO-110 Tórshavn, ella sum PDF-skjal til savn@savn.fo

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. september 2021.

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið