Lýsing
Søkt verður eftir arkitekti til Bygningadeildina á Tjóðsavninum at byrja 1. januar 2025.
Arbeiðsuppgávur
Eftirlit við friðaðum bygningum, málsviðgerð, skráseting og bygningssøguligar kanningar, eftirlit við og ráðgeving í sambandi við røkt og umvæling av friðaðum og varðveitingarverdum bygningum eins og ráðgeving í sambandi við bygningar stovnsins.
Umsiting av verkætlanum hjá Tjóðsavninum og samstarv við aðrar deildir á Tjóðsavninum, eitt nú í sambandi við framsýningar ella tvørfakligar verkætlanir.
Harumframt umfatar arbeiðið skráseting og flokking av bygningum og bygningslutum, tekniska uppmáting í sambandi við skráseting og umvæling av bygningum, innsavnan av frágreiðingum um bygningar og rannsóknir, bygningaskrá, frágreiðingar í sambandi við bygningarannsóknir, røkt av tekningararkivi og goymslu við bygningstilfari.
Útbúgving og førleikar
- Kandidatútbúgving sum restaureringsarkitektur ella arkitektur
- Antikvariskan áhuga ella royndir
- Góðar málsligar førleikar
- Tøknikunnleika
- Sjálvstøðug/ur, arbeiðssom/samur, fyrikomandi og góð samstarvsevni
- Koyrikort
Vit kunnu bjóða
Talan er um eitt fjølbroytt starv við spennandi avbjóðingum, sum eru fakliga gevandi, og har ein fær høvi at vitja nógv ymisk støð í landinum.
Setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Starvsstaðurin er í Hoyvík, men tann ið sett/ur verður, má vera til reiðar at ferðast kring landið í kanningar- og eftirlitsuppgávum stovnsins vegna.
Spurningar
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Herleif M. Hammer stjóra, herleif@savn.fo tlf. 221668 ella Tórálv Weihe savnsarkitekt, toralvur@savn.fo tlf. 340552.
Umsóknir
Umsóknir, CV og tilvísingar saman við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu latast inn gjøgnum skipanina Alfred.
Umsóknarfreistin er mánadagin 18. november.
Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur,
framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.
Bygningadeild Tjóðsavnsins er antikvarisk umsiting viðvíkjandi bygningum, har ábyrgdarøkið, umframt at hava eftirlit við friðaðum bygningum, eisini er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla føroyskan byggisið gjøgnum tíðina.