Tjaldurs apotek
Útgivið
3. juli 2024
Útgongur
16. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tjaldurs Apotek søkir eftir farmakonomi til eitt 1 ára farloyvisstarv við byrjan 1. oktobur 2024 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið
Tú verður partur av starvsfólkatoyminum á Føroya størsta apoteki, har tú kemur at starvast saman við farmakonomum, farmaseutum og farmakonomnæmingum. Tín týdningarmesta uppgáva verður reseptavgreiðsla og at vegleiða kundum í skrankanum. Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna.

Vit vænta, at

  • Tær dámar avbjóðingar.
  • Tú hevur góð samstarvsevni og trívist væl í einum toymi.
  • Ert tilvitað/ur um góða kundatænastu.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi.
  • Eitt starvspláss, har trivnaður og faklig menning verða raðfest.
  • Løn sambært galdandi sáttmála.

Umsókn

  • Umsókn saman við prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til beinta@apotek.fo.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Petur Oluf Joensen, apotekara, peturoluf.joensen@apotek.fo, Beintu Joensen, deildarleiðara, beinta@apotek.fo, ella ringja til Tjaldurs Apotek á tlf. 404040.

Umsóknarfreistin er týsdagin 16. juli

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið