Lýsing
Tjaldurs Apotek søkir eftir farmakonomi til eitt 1 ára farloyvisstarv við byrjan 1. oktobur 2024 ella eftir nærri avtalu.
Um starvið
Tú verður partur av starvsfólkatoyminum á Føroya størsta apoteki, har tú kemur at starvast saman við farmakonomum, farmaseutum og farmakonomnæmingum. Tín týdningarmesta uppgáva verður reseptavgreiðsla og at vegleiða kundum í skrankanum. Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna.
Vit vænta, at
- Tær dámar avbjóðingar.
- Tú hevur góð samstarvsevni og trívist væl í einum toymi.
- Ert tilvitað/ur um góða kundatænastu.
Vit bjóða
- Eitt spennandi starv, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi.
- Eitt starvspláss, har trivnaður og faklig menning verða raðfest.
- Løn sambært galdandi sáttmála.
Umsókn
- Umsókn saman við prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til beinta@apotek.fo.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Petur Oluf Joensen, apotekara, peturoluf.joensen@apotek.fo, Beintu Joensen, deildarleiðara, beinta@apotek.fo, ella ringja til Tjaldurs Apotek á tlf. 404040.
Umsóknarfreistin er týsdagin 16. juli