Sandoyar Ítróttarfelag B71
Útgivið
8. november 2024
Útgongur
29. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvið sum høvuðsungdómsvenjari og tvey hjálparvenjarastørv verða hervið lýst leys. Hesi fara at hava ábyrgd av at taka sær av ungdómsarbeiði felagsins.

B71 er eitt ítróttarfelag fyri alla Sandoynna og fevnir yvir uml. 170 ungdómsíðkarar.

Sum partur av venjaratoyminum hjá B71 skal tú, umframt sjálvan fótbóltin, vera við til at tryggja at ungdómurin følir seg sum ein part av felagsskapinum, óansæð førleikar ella royndir.

B71 hevur nógvar dugnaligar og framsøknar ungar leikarar, umframt nógvar leikarar, sum luttaka, fremst av øllum, tí teir vilja luttaka í verðins besta spæli og í góða felagsskapinum B71.

Uttan mun til førleikar og støði, vilja vit bjóða øllum leikarum dygdargóðar venjingar og tryggja at øll kenna seg sum part av felagsskapinum.

Vit bjóða:
• Trý størv við spennandi avbjóðingum
• Møguleika at mennast persónliga og fakliga
• Møguleika at seta títt fingramerki á framtíðina hjá felagnum
• Tær at verða partur av einum góðum felagsskapi

Arbeiðsøki:
Starvið sum høvuðsungdómsvenjari fevnir um, saman við hjálparvenjarum, ungdómsnevnd og starvsnevnd:
• At skipa og leggja til rættis ungdómsarbeiðið hjá felagnum
• Ábyrgdina at menna okkara ungu leikarar til framtíðarleikarar
• Vegleiða ungdómsvenjarum og leikarum
• Tryggja at venjingin er á hóskandi støði í ymsu aldursbólkunum
• Eygleiða dystir og venjingar og vegleiða út frá tí
• Skipa fyri venjarafundum og luttaka á foreldrafundum
• Tryggja gott samskifti við foreldraumboð og aðrar samstarvsfelagar

Umráðandi er, at tú dugur at samskifta, er íðin og megnar at skipa títt egna arbeiði. Tú skal vera fyrikomandi og geva eitt jaligt íkast til felagið.

Førleikakrøv:
• UEFA B-venjaraprógv sum høvðusvenjari
• C1 prógv sum hjálparvenjari
• Koyrikort

Setanar- og lønarviðurskifti:
Talan er um fastlønt størv, at byrja tann 01.02.2025 ella eftir avtalu.
Arbeiðsstaðurin er Inni í Dal, millum Skopun og Sand, har alt virksemi felagsins gongur fyri seg.
Meira fæst at vita um  størvini við at venda sær til formannin í ungdómsnevndini, Búa Falkvard Clementsen, tlf. 216509 ella starvsnevndarlim, Gerdu B. Magnussen, tlf. 223352.

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal vera felagnum í hendi, seinast tann 15.12.2024.
Umsóknin skal senda st til: samskiparib71@gmail.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið