TAKS
Útgivið
8. marts 2026
Útgongur
22. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at styrkja tolleftirlitið við føroyska landamarkið?
Brúka møguleikan og søk nýggja starvið sum átaksleiðari á tolldeildini hjá TAKS.

Tú verður ein lyklapersónur í okkara eftirlitsarbeiði

Sum partur av eini vælvirkandi deild ert tú, við fakligari dygd, góðum samstarvi og røttum amboðum, við til at skapa eitt nýmótans og effektivt eftirlit. Tú situr við borðið, tá ætlanir verða lagdar, og ert við á feltinum, tá tær verða settar í verk.

Arbeiðsuppgávur

Høvuðstættirnir í arbeiðinum eru at:

  • seta mál og fylgja teimum upp
  • gera váðametingar og eftirlitsætlanir
  • samskipa og luttaka í átøkum og eftirlitum
  • tryggja dygd í skjalfesting og frágreiðingum
  • samstarva við føroyskar og útlendskar myndugleikar og áhugapartar

Útbúgving

Vit ímynda okkum, at tú hevur miðallanga ella hægri útbúgving, til dømis innan:

  • kriminologi
  • dátugreining
  • verkætlanarstýring ella
  • samskifti og leiðslu

Onnur útbúgving, sum gevur førleika til eftirlits- og greiningararbeiði, er eisini viðkomandi.

Persónligir førleikar og eginleikar

Yvirlit, dømikraft, menniskjakunnleiki, strategiskt hegni og hugur at læra eru avgerandi eginleikar fyri, at uppgávurnar verða loystar væl.

Tað er ynskiligt, at tú:

  • samskiftir greitt, munnliga og skrivliga
  • dugir at raðfesta, útdeligera og loysa uppgávur
  • kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • vísir hógv, ert fyrikomandi og skapar álitisfull sambond
  • hevur áhuga fyri nýggjari tøkni, til dømis vitlíki og dátugreining

Tað er krav, at tú:

  • ert sálarliga og kropsliga væl fyri
  • hevur koyrikort og reina revsiváttan
  • tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt
  • vísir trúskap móti galdandi lógum og forskriftum

Kunnleiki til verkætlanarstýring og dátugreining, til dømis Power BI, er ein fyrimunur.

Tú fært

  • eitt spennandi og ábyrgdarfult starv við stórum týdningi fyri handil og tryggleika í Føroyum
  • góðar møguleikar at menna tínar førleikar innan samskipan, eftirlit og verkætlanarstýring
  • eitt vælvirkandi arbeiðspláss við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. mai 2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 39,5 tímar um vikuna, vanliga millum klokkan 8 og 16. Tú mást tó eftir tørvi kunna arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Starvið er lønt sum tænastumannalíknandi starv í lønarflokki 31 eftir sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum.

Høvuðsstarvsstaðurin er hjá TAKS í Havn. Starvsstaðurin kann tó vera skiftandi, tí tollarar hava arbeiðsuppgávur kring alt landið. Setanarøkið er TAKS og fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Umsóknarfreistin er 22. mars 2026

Søk starvið á umsóknarskema okkara, har tú viðheftir umsókn, CV, prógv og viðmæli.

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.

sí lýsing her

Líknandi størv

9. marts 2026
Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026
Kontrollari til Atlantic Airways   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið