Útgivið
23. oktober 2021
Útgongur
21. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Atlantic Airways sóknast eftir flog­ternum og -tænarum til fríyrkisstørv

Sum fríyrkis-flogterna/tænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt í minsta lagi kunna starvast fulla tíð frá juni til og við september 2022. Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin Føroy­um, Keypmannahavn ella Billund og kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.

Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at seta viðskiftafólk okkara í mið­depilin og vísa, at Atlantic Airways er eitt flog­felag við fyrstafloks tænastu.

Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur, tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferð­ina hjá viðskiftafólki okkara so góða og smid­liga sum gjørligt. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.

KRØV
Fyri at søkja starvið sum flogterna/tænari skalt tú:

  • vera minst 20 ára gamal/gomul
  • hava miðnámsskúlaútbúgving duga at samskifta á føroyskum, minst einum skandinaviskum máli og á enskum í minsta lagi á C-stigi     
- hava góða heilsu – bæði krops- og sálarliga, vanliga sjón, megna at svimja 200 metrar og kunna verða heilsugóðkend/ur til at fáa flúgviloyvi
  • hava reina revsiváttan

Ert tú t.d. liðug/ur við miðnám og vilt royna okkurt nýtt, áðrenn tú fert undir víðari lest­ur, hóskar starvið seg kanska væl til tín. Til ber eisini at arbeiða okkurt vikuskiftið, sam­stundis sum tú gongur í skúla.

SETAN
Setanarsamrøður verða í desember 2021, og verður tú sett/ur í starv, skalt tú til lækna­kanning í Keypmannahavn í fyrru helvt av januar. Harumframt skalt tú eisini lut­taka á heil­dags­skeiði – eisini í Keyp­manna­havn – í viku 3, 4, 5 og 6, áðrenn tú byrjar. Undir­­vísing­in gongur fyri seg á enskum.

Ferð, uppihald og dagpeningur til mat verð­­ur latin í tíð­ar­skeiðinum, tú luttekur á skeið­i­num.

Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í februar, mars og apríl. Starvsvenjingin er lønt.  

Arbeiðstíðir og -staður
Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu­starvs­royndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til neyðugu starvsvenjingina umborð á okk­ara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reið­ar at arbeiða fulla tíð frá juni til og við september. Harumframt er neyðugt, at tú ert tøk/ur í apríl og mai 2022. Vit taka sjálv­sagt hædd fyri neyðugu lógarásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Føroyum, Keypmannahavn ella Billund. Løn og dagpeningur sambært galdandi reglum.

Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við Palmu Kajsdóttir, kabinu­­ovasta á palma@atlantic.fo ella á tlf. 22 01 32 ella Elina Sigvardsen, starvs­fólkaleiðara á elin@atlantic.fo ella á tlf. 21 37 02.

Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starv sum fríyrkis-flog­terna ella -tænari, send okkum eina um­sókn saman við lívsrensli (CV), mynd, prógvum og viðmælum til ­starv@ atlantic.fo ­ Umsóknar­freist­in er tann 21. november 2021.

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 140 eldhugað og tænastusinnað starvs­fólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu upp­­gávur eru at knýta Føroyar nærri um­heiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið