LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
6. februar 2023
Útgongur
16. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landssjúkrahúsið søkir eftir einum audiologopedi at byrja 1. mars 2023 ella eftir avtalu. Talan er um eitt fast starv á brøki 0,875 (35 tímar).

Arbeiðsuppgávan í høvuðsheitum
Høvuðsuppgávurnar hjá audiologopedinum er/fevna m.a. um at kanna sjúklingar, ið hava niðursetta hoyrn og aðrar trupulleikar við hoyrnini ella sjúklingar, ið hava trupulleikar við mál ella talu. Harumframt skal logopedurin veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk, avvarðandi og sjúklingar við samskiftistrupulleikum.

  • Kanning av hoyrn hjá børnum og vaksnum
  • Hoyritól
  • AVT
  • CI
  • Raddartrupulleikar

Toymið
Nýsetti audiologopedurin kemur í eitt toymið við audiologiassistentin á Hoyriklinikkini og at arbeiða tætt saman við audiologopedin á Medisinska deplinum. Toymið kemur at halda til á Hoyriklinikkini á B4.

Audiologopedurin á Medisinska deplinum starvast mest við neurologiskar sjúkur m.a. apopleksi. Arbeiðsøkið fevnir í høvuðsheitum um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús.

Førleikar til umsøkjarar

  • Útbúgving sum audiologopedur
  • Fakligar royndir innan audiologi og logopedi
  • Royndir innan hoyirtól
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Evni at seta í verk fyriskipanir
  • Góðan hug til at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar

Vit bjóða
Vit bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi.

Staðsetingin hjá audiologopedinum verður á Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum og kemur tú at vísa til leiðaran hjá audiologopedinum á Ergo- og Fysioterapideildini.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og Fysioterapideildini, tlf. 211602 / alvha@ls.fo ella Hjørdis í Liða á Hoyriklinikkini, telefon
252727 / hjordis@ls.fo

Umsóknarfreistin er 16. februar 2023

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið