Strandfaraskip Landsins
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
25. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandferðslan søkir eftir avgreiðslufólki til farmaavgreiðsluna í Skúvoy. Viðkomandi, ið verður settur, skal saman við verandi avgreiðslufólki og manning umborð á strandfaraskipum, tryggja støðugan farmafluting til og úr oynni og loysa aðrar fyrifallandi uppgávur í hesum sambandi.

Uppgávurnar hjá farmaavgreiðsluni
Uppgávan úti í Skúvoy fevnir m.a. um at flyta farm til og frá strandfaraskipinum, ið røkir leiðina til Skúvoyar, veita kunning til ferðafólk, útbreiðslu av farmi, frankering, farmauppgerð og kundarøkt.
Sum eitt av tveimum avgreiðslufólkum, verður tú umboðsfólk hjá Strandferðsluni í oynni við tilvísing til Samferðsludeildina. Í dagliga arbeiðinum er vanliga leypandi samskifti við manningina umborð á Sildberanum, farmakundar, ferðafólk og umsitingina hjá Strandferðsluni. Verður skipað fyri serligum farmatúrum út í oynna, er uppgávan eisini at samskipa hesir túrar saman við skipi og umsiting.

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:

  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Ert tænastusinnað/ur mótvegis kundum og samstarvsfeløgum
  • Dugir og torir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka sjálvstøðugar og skjótar avgerðir
  • Ert fyrikomandi, álítandi og hevur góðan røkjuskap
  • hevur hegni til at ambæta og viðlíkahalda arbeiðsakfør og annan tólbúnað
  • hevur skil fyri veðri og vindi
  • góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

Setanartreytir
Arbeiðið sum avgreiðslufólk er skipað við skiftandi vaktum 1:1, tvs. skiftandi arbeiðsviku og fríviku. Arbeiðstíðin er fyrst og fremst tengd at ferðaætlanini á leið 66 millum Skúvoy og Sand, umframt serstakar farmatúrar. Arbeiðstíðin er tí skiftandi gjøgnum vikuna og til tíðir eins og í summarhálvuni, kann roknast við longum arbeiðsdøgum.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið sum avgreiðslufólk verður sett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. oktober 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til avgreiðslufólkið í Skúvoy, á tlf: +298 293056 ella til Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðara, á tlf. 293081 ella á teldupost das@ssl.fo

Tú søkir starvið á hesari leinkjuni: Starvslýsing (ssl.fo)

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni er ásett við lóg og er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir, harav 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 milliónir. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund ferðafólk við ferjunum og 520 túsund ferðafólk ferðaust við bussarnar. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið við bussi er sett á stovn úr og í Sandoynna. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er knøpp 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið