Strandfaraskip Landsins
Útgivið
5. maj 2025
Útgongur
19. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Strandferðslan søkir eftir 2 avgreiðslufólkum til farmaavgreiðsluna í Svínoy. Viðkomandi, ið verða sett, skulu saman við manningini umborð á strandfaraskipum tryggja støðugan ferðafólka- og farmafluting til og úr oynni, umframt at loysa aðrar fyrifallandi uppgávur í hesum sambandi.

Uppgávurnar hjá farmaavgreiðsluni

Uppgávan úti í Svínoy fevnir m.a. um at:

  • veita góða kundatænastu og veita hóskandi kunning til ferðandi til og úr oynni
  • flyta farm til og frá skipinum, ið røkir leiðina til Svínoyar
  • tryggja at farmur kemur til høldar av bryggjuni
  • frankering, farmauppgerð og kundarøkt annars

Avgreiðslufólkini, ið verða sett, koma at virka sum umboðsfólk hjá Strandferðsluni á Svínoynni, við tilvísing til leiðarin á samferðsludeildini. Ein sera týdningarmikil partur í dagliga arbeiðinum er, at hava støðugt samskifti við manningina umborð á Rituni, farmakundar, ferðafólk og umsitingina hjá Strandferðsluni.

Verður skipað fyri serligum farmatúrum út í oynna, er uppgávan eisini at samskipa hesir túrar saman við skipi og umsiting.

Førleikakrøv

Vit vænta at tú:

  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Ert tænastusinnað/ur mótvegis kundum og samstarvsfeløgum
  • Dugir og torir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka sjálvstøðugar og skjótar avgerðir
  • Ert fyrikomandi, álítandi og hevur góðan røkjuskap
  • Hevur hegni til at ambæta og viðlíkahalda arbeiðsakfør og annan tólbúnað
  • Hevur skil fyri veðri og vindi
  • Góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir við arbeiði innan farmaavgreiðslu á útoyggj ella líknandi størvum.

Setanartreytir
Arbeiðið sum avgreiðslufólk er skipað við skiftandi vaktum 1:1, tvs. skiftandi arbeiðsviku og fríviku. Arbeiðstíðin er fyrst og fremst tengd at ferðaætlanini á leið 58 millum Svínoy og Hvannasund, umframt serstakar farmatúrar. Arbeiðstíðin er tí skiftandi gjøgnum vikuna og til tíðir, eins og í summarhálvuni, kann roknast við longum arbeiðsdøgum.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið sum avgreiðslufólk verður sett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreistin er mánadagin 19. mai 2025 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðara, á tlf. 293081 ella á teldupost das@ssl.fo
Søk starvið her:

_______________________________________________________________________

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin

Líknandi størv

18. december 2025
18. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið