Heilsutrygd
Útgivið
31. maj 2023
Útgongur
14. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Talan er fyrst og fremst um avloysing í summarferiuni, men avtala kann eisini gerast um, at
Heilsutrygd vendir sær til avloysarar, tá tørvur er á starvsfólki aðrar tíðir á árinum.

Størvini eru sum oftast í viðtalum har kommunulæknin ikki er í føstum starvi, men talan kann eisini vera um avloysarastarv í øðrum viðtalum, har tørvur er á tí.

Vit vita ikki, hvussu nógvum avloysarum, okkum tørvar, tí tað veldst um, hvussu nógvar tímar/dagar umsøkjararnir kunnu arbeiða.

Førleikar og eginleikar
• Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
• Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
• Tú ert fyrikomandi
• Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
• Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni teir fyrstu dagarnar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. juni 2022 kl. 12.00.

Størvini verða sett eftir nærri avtalu.

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614003.

Líknandi størv

4. marts 2026
4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið