Lýsing
Søkt verður eftir tveimum sjúkra- og feriuavloysarum at byrja í januar 2023
Talan er um avloysarar, sum kunnu koma til arbeiðis tá tørvur er á tí vegna sjúku, feriu o.l. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30-17.00
Vit ynskja:
- at tær dámar at verða saman við børnum
- at tú vit stuttari freist kanst koma til arbeiðis
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú skilur og tosar føroyskt
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747.
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo
Umsóknir skulu verða okkum í hendi i seinasta lagi mánadagin 2. januar 2023 kl. 12 og sendast til:
litliflottur@sjovar.fo ella:
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur