Lýsing
Um størvini
Talan er um avloysarastørv í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Starvsstaðurin er í Streymoy ella Norðuroyggjum.
Arbeiðsuppgávur
Eindin Autisma veitir bútilboð til børn, ung, vaksin og eldri við autismu og menningartarni.
Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at borgarin fær tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.
Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.
Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er