Lýsing
Um størvini
Talan er um avloysarastørv í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Starvsstaðurin er í Streymoy, Eysturoy ella Norðoyggjum.
Arbeiðsuppgávur
Eindin Menningartarn veitir bútilboð til vaksin og eldri við menningartarni og fjølbreki. Bútilboðini eru sambýli, búfelagsskapir og bú- og viðgerðartilboð.
Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.
Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.