Lýsing
Um størvini
Talan er um avloysarastørv í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Eindin veitir tænastu til ung, sum hava sálarligar avbjóðingar og tørv á persónligum stuðli fyri at megna gerandisdagin.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Arbeiðið er skipað eftir einari sosialnámsfrøðiligari tilgongd, har búfólk og borgarar verða stuðlað í at fáa ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag, soleiðis at tey menna og viðlíkahalda sínar førleikar. Í arbeiðnum verður dentur somuleiðis lagdur á tað heilsufakliga.
Vit arbeiða tilvitað við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144829&DepartmentId=19261&MediaId=4615