Tórshavnar kommuna
Lýsing
Hevur tú áhuga í at arbeiða við børnum við serligum tørvi og vilt gerast partur av mennandi og stuðlandi arbeiðinum á stovninum? Vit leita eftir dugnaligum og tolnum avloysarum til okkara sernámsfrøðiliga frítíðartilboð, har vit stuðla børnum við ymiskum avbjóðingum, eitt nú autismu og ADHD v.m.