Sjóvar Kommuna
Útgivið
3. juli 2023
Útgongur
10. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir tveimum sjúkra- og feriuavloysarum at byrja í august ella eftir nærri avtalu. Talan er um avloysarar, sum kunnu traðka til eftir tørvi. Størvini eru tíðaravamarkaði til 1. august 2024.

Størvini eru í miðal 30 tímar vikuna. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.00 -17.00

Á Lítlafløtti fært tú:
Eitt spennandi, lærandi og fjøllbroytt starv, saman við góðum starvsfelagum.

Her eru børn í aldrinum frá vøggustovu til og við 2. flokk.

Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, Betri vinir og TÍTT. Eisini hava vit námsfrøðiligan ráðgeva.

Vit hava góða normering.

Vit ynskja:

  • at tær dámar at verða saman við børnum
  • at tú við stuttari freist kanst koma til arbeiðis
  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum
  • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
  • at tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
  • at tú skilur og tosar føroyskt

Setanarviðurskifti:
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært barnaváttanarlógini § 4,skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn, sum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. juli 2023, kl. 12:00, verður at senda til: litliflottur@sjovar.fo, ella við at ringja á tlf. 232747.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið