Klaksvíkar Sjúkrahús
Lýsing
Sjúkraflutningstænastan søkir eftir tveimum frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til
31. august 2026.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er inni á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.