Lýsing
Smyril Line søkir eftir einum 1. stýrimanni at byrja skjótast gjørligt.
Les meira um handilsskipið Hvítanes her.
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum persóni við stórari fakligari vitan, ið dugir væl við fólki. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handilsskipi. Tú skalt hava fylgjandi uttan avmarkingar:
- Vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi við handilsskipum
- Øll viðkomandi skjøl og skeiðir
Starvið
- stýrimaðurin stuðlar skiparanum og yvirstýrimanninum í rakstrinum av skipinum.
Uppgávurnar eru m.a.:
- Tryggja at skipið er í sjótryggum standi
- Tryggja at trygdarútgerð er viðlíkahildin og dagførd
- Lasting- og lossingarvirksemið og handfaring av farmi á ferðini
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast til ber, og umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Umsóknarfreistin er 7. mai 2023.
Tú søkir starvið umvegis hetta leinkið.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, rakstrarstjóra, á tel. 345958, ella við Ritu Heradóttir, HR umsitara, á tel. 235952 ella rita.h@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.