P/F Smyril-Line
Útgivið
27. april 2023
Útgongur
11. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line sóknast eftir einum dekkara til summarsiglingina hjá Norrönu. Starvið er at byrja 15. mai í 6 vikur.

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum fyrikomandi og arbeiðssomum persóni við góðum samstarvsevnum.

Tú hevur heilsuprógv og trygdarskeið.

Setanartreytir
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 11. mai 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis hetta leinkið.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við yvirstýrimannin á tel. 344844 ella við at senda ein teldupost til chief.officer@norrona.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið