Avloysarastarv sum sølufólk hjá Kemilux

Útgivið
10. juli 2020
Bólkur

Lýsing

Skriva út

Avloysarastarv sum sølufólk hjá Kemilux

Ert tú framsøkin, ábyrgdarfull/ur og effektiv/ur?

Vit leita eftir einum sølufólki, til eitt farloyvisstarv at byrja skjótast møguligt. Starvið er tíðaravmarkað fram til 31. oktober í 2021.

Uppgávur
Tín høvuðsábyrgd verður at vitja og tæna verandi kundum og nýggjum kundum, og veita teimum ta tænastu, teimum tørvar.

Við einum kundaskarða, ið spennir yvir allar vinnugreinar, kommunalar- og almennar stovnar, verður tú partur av einum toymið, ið fevnir um alt landið.

Vit bjóða tær

  • Allar neyðugar hentleikar, so tú røkkur út til kundan
  • Fjølbroytt og áhugavert starv
  • Starvsfólkaágóðar
  • Eitt livandi arbeiðsumhvørvið

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Arbeiðsstaður er har, ið rasktrardeildirnar eru savnaðar á Hjalla 14.

Vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan handil og sølu og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. At tú ert framskygd/ur og dugir at síggja tørvin hjá kundanum.

Umsókn
Tú søkir við at senda umsókn til søluleiðara, Andreas F. Hansen á teldupost ah@kemilux.fo í seinasta lagi 31. juli.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Debes Petersen, stjóra á tlf. 21 77 08.

Um okkum
Kemilux er einasta sápuframleiðsla í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu í framleiðsluni, sum framleiðir yvir 30 vaski- og sóttreinsanarvørur, bæði til vinnuna og detailmarknaðin. Sølan av eginframleiðslu fevnir yvir 7 ymiskar marknaðir.

Kemilux hevur framleiðslu, laboratorium, bókhald og høvuðssæti á Mykinesgøtu 1. Rakstrardeildirnar fevna um handil, sølu og goymslu, sum hava bústað á Hjalla 14.

Umframt eginframleiðsluna, er Kemilux heildarveitari til reingerðarvinnuna og framleiðsluvinnur annars. Eisini umboða vit arbeiðsklæðir og nógv annað til allar vinnuøkir og privata marknaðin.

Líknandi størv