Lýsing
Smyril Line søkir eftir 2. stýrimanni til avloysaratúr við handilsskipinum Akranes at mynstra 25. juli. Talan er um eina útmynstring á 3 vikur.
Akranes siglur hvørja viku millum Rotterdam í Hollandi, Tórshavn í Føroyum og Torlakshöfn í Íslandi. Les meira um Akranes HER
Starvið
Sum 2. stýrimaður ert tú vaktgangandi navigatørur á brúnni og dekkinum. Tú hevur ábyrgd av siglingarskipan og sjókorti. Tú skalt tryggja, at trygdarreglur og arbeiðsgongdir verða fylgdar, og harumframt hevur tú ábyrgdina av trygdarútgerðini.
Tín vangamynd
Tú skalt hava fylgjandi vinnubræv:
- STCW Reg II/1 as Watchkeeping Officer
Harumframt skalt tú hava øll viðkomandi skjøl og skeiðir.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 22. juli 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth í Nesinum, HR umsitara, á tel. 23 59 52 ella á HR@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.