Útgivið
2. juli 2021
Útgongur
18. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Avloysari til umhvørvisvernd

Deildin Vernd á Umhvørvisstovuni arbeiðir fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá ymiskum virksemi á landi og á sjónum og at verja náttúruna og margfeldið í náttúruni.

Starvið
Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, og fevnir m.a. um:

  • at góðkenna og hava eftirlit við dálkandi virkjum og virksemi,
  • at meta um dálking og óljóð frá ymsum virksemi,
  • at viðgera umhvørvisárinsmetingar.

Talan kann eisini vera um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga.

Tú verður partur av einum ella fleiri toymum innan arbeiðsøki okkara innan umhvørvisfyrisiting.

Førleikar
Tú hevur hægri náttúruvísindaliga ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú hevur áhuga fyri og kunnleika til náttúru og umhvørvi.

Góður tekniskur førleiki og kunnleiki og royndir við almennari fyrisiting eru fyrimunir.

Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tú hevur koyrikort til bil.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og tíðaravmarkað til 1. oktober 2022 at byrja skjótast gjørligt.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag.

Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 18. juli 2021. Umsóknir skulu sendast við telduposti til starv@us.fo ella sum bræv.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur sunip@us.fo, tlf. 234344.

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið