Føroya Hagstova
Útgivið
19. juli 2021
Útgongur
8. august 2021
Staður
Kvíggjartún 1, Pstsmoga 2068, FO-165 Argir, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum. Vit leggja okkum áhaldandi eftir at menna nýggj viðkomandi hagtøl og víðka verandi hagtalsframleiðslur til gagns fyri føroyska samfelagið.

Vit byggja tí skipanir, so hagtølini kunnu framleiðast so smidliga sum til ber. Tað er serliga C#, Python, R og SQL Server, sum er kjarnan í okkara nýggju KT-skipanum.

Hagstalsskipanirnar verða mentar eftir altjóða hagtalsleisti í tøttum samstarvi við hagfrøðingarnar á Hagstovuni, sum hava ábyrgdina av hagtølunum og oftast eru product owners. Uppgávustýringin til KT-skipanirnar byggir á agilan arbeiðsleist.

At menna skipanir til hagtalsframleiðslu er krevjandi arbeiði, og tí søkja vit eftir einum dugnaligum KT-mennara afturat, sum hevur hug at arbeiða við dátum, við serligum atliti at backend partinum av okkara skipanum.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi. Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja. Tað er krav, at tú kennir SQL og hevur royndir at forrita í C#, Python ella R.

Vit arbeiða nógv við at sniðgeva dátur, og tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir á hesum økinum. Vit brúka Git/Bitbucket til versiónsstýring.Tað hevði eisini verið gott, hevur tú brúkt tílík amboð.

Tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Tað er tí neyðugt, at tú dugir væl at samstarva og samskifta. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Vit bjóða
Á KT-deildini verður tú partur av einum royndum og dugnaligum toymi, sum hevur ábyrgdina av at menna KT-skipanir til hagtalsframleiðslur.

Vit leggja dent á góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tú fært hugsavna teg um at menna – uttan óneyðugt órógv. Nýumvældu og opnu hølini hjá Hagstovuni við tvímans-skrivstovum eru sniðgivin til endamálið. Vit hava felags matstovu saman við hinum fakstovnunum í bygninginum.

Á Hagstovuni fært tú góðar møguleikar at menna teg fakliga og persónliga. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovur í londunum kring okkum.

Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Hevur tú spurningar um starvið, løn ella onnur viðurskifti, kanst tú venda sær til Egil Hofgaard, leiðara á KT-deildini, á 352807 ella egil@hagstova.fo. Svarað verður eisini í summarfrítíðini.

Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi sunnudagin 8. august 2021 á midnátt. Umsóknin skal sendast til starv@hagstova.fo. Fleiri umsøkjarar kunnu setast.

Stutt um Hagstovuna
Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og er ein týðandi grundarsteinur í einum framkomnum fólkaræði.

Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum og leiðarunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

Á Hagstovuni starvast 20 fólk, seks teirra starvast á KT-deildini.

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið