SESAM Brauðhús Reyðarfirði
Útgivið
1. oktober 2023
Útgongur
20. november 2023
Staður
Hafnargötu 1 - 730 Reyðarfjörður, Iceland
Starvsstaður
T-post
arnimar@lostaeti.is

Lýsing

Sesam Brauðhús leitar eftir bakarasveini og/ella hjálparfólki - ein sera góður møguleiki hjá einum, sum kundi hugsa sær eitt ørvísi umhvørvi og at búgva í bergtakandi Íslandi.

Sesam Brauðhús liggur í lítla býnum Reyðarfirði á eystur síðuni í Íslandi. Økið við Reyðarfjørð er vakurt, og her er gott at støðast hjá teimum sum dáma væl náttúrna. At ferðast higar er ein stutt ferð við Norrönu ið tekur undir eitt døgn.

  • Starvið fevnir um alt vanligt bakara arbeiði og eitt sindur av fyriskipan og vørumenning.
  • Vit hjálpa tær at finna rætta bústaðin.
  • Vit gjalda ferðakostnaðin.
  • Vit kunnu seta í alt tvey starvsfólk, sum kunnu ferðast saman (vinir/par).

Um alt húski flytur ber tað væl til, og vit hjálpa fegin tínari betri hálvu at finna eitt starv. Skúlarnir og dagstovnarnir her liggja á altjóða støði, og børn støðast og fella væl til.

Vit vilja gera tað vit megna so at okkara nýggju starvsfelagar fella væl til, og fáa eina so góða byrjan sum til ber.

Arbeiðsuppgávur og ábyrgdir

  • Baka breyð nágreinliga eftir fyriliggjandi uppskrift.
  • Avgreiða vørubílegging og tryggja at goymslan er í lagi.
  • Prýða bakstur við kremi, glasuri og øðrum fyri at fáa eina estetiska útsjónd.
  • Góðkenna ráðvøru góðskuna áðren bakað verður.
  • Gera royndir og finna nýggjar serstakar uppskriftir.
  • Tryggja skynsama goymslu av køksútgerð.

Vit ynskja at tú:

  • Hevur bakaraútbúgving við í minsta lagið 2. ára royndum.
  • Dugir at samskifta á enskum ella Íslendskum.
  • Arbeiðir væl í toymi.
  • Arbeiðir væl sjálvstøðugt.
  • Er ágrýtin, skipaður, álítandi og tekur ábyrgd.
  • Ert røkin og reinligur.

Vit bjóða

  • Avsláttur av vørum og tænastum hjá felagnum.
  • Ferðaseðlar við Norrönu at vitja heima nakrar ferðir um árið.

 

 

SESAM BRAUÐHÚS / SESAM BAKERY
Síðan 2011 hava vit hjá artisan bakaríðnum Sesam Bradhús haft sum mál, at framleiða breyð og annan bakstur av hægstu góðsku. Vit vilja skapa trivna og geva eina persónliga tænastu. Okkara bakarar hava ártíggjur av royndum, og gera besta handvirkaða bakstur.

Vit eru eitt artisan bakarí (red. handverkara bakarí), og tískil eru ikki nógvar maskinur. Her verður so nógv sum til ber gjørt við hond, so vit verðuliga kunnu siga at vit bjóða eitt handverk.

Sesam Braudhús er einasta bakaríði í øllum eystur Íslandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið