Barbara Fish House
Útgivið
9. juni 2026
Útgongur
21. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Ert tú nýggi kokkurin á fiskamatstovuni Barbaru?

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss, har tú sleppur at arbeiða saman við einum ungum og ágrýtnum toymi frá øllum matstovunum heima í Havn: Áarstovu, Barbaru, Ræst og ROKS. Barbara verður tann matstovan, tú kemur at arbeiða í til dagligt.

Vit vænta, at tú megnar at halda tænastu og góðsku á einum høgum støði í einum bráðskiftandi umhvørvi. Harafturat vænta vit, at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.

Um Barbara Fish House
Barbara Fish House heldur til í einum vøkrum gomlum torvhúsi í hjartanum av Tórshavn. Her gongur hugni og góðska hond í hond við vøkrum og framúrskarandi fiska- og skeljadjórsrættum við íblástri úr Spania.

Vit bjóða gestunum eina serliga matuppliving í einum av elstu bygningunum í Tórshavn.

Hvussu søkir tú?
Umsóknarfreistin er tann 21. juni 2026, men vit hava samrøður leypandi, so søk heldur í dag enn í morgin!

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til barbara@barbara.fo.

Um tú ynskir at søkja starvið, send eina umsókn til HR@gistogvist.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið