NES KOMMUNA
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
20. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til barnagarðin/vøggustovuna verður søkt eftir:

Einum námsfrøðingi til vøggustovu, 30 tímar um vikuna, frá 1. oktober 2022 til 30. sept 2023, fyri námsfrøðing í barsilsfarloyvi.

Tímaløntum avloysara til barnagarðin og vøggustovuna, at arbeiða eftir tørvi, tá starvsfólk eru burtur vegna sjúku, frítíð v.m. at byrja beinanvegin.

Vit vænta at umsøkjarin:

  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum sum stovnurin og nærumhvørvið leggur upp til
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er námsfrøðiliga fakliga áhugað/-ur og er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Vit bjóða

  • Góðar og rúmligar starvsfelagar
  • Møguleika fyri fakligum íblástri
  • Felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
  • Gott spæliøkið, beint við hagan og Toftavatn
  • Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymiskum slag
  • Arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman

Um okkum
Barnagarðurin á Svangaskarði liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina við stadionøkið og beint við hagan.

Á stovninum eru 4 barnagarðsstovur og 4 vøggustovur.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á tað sansamotorisku menningina hjá børnunum.

At vit røra okkum og eru úti í náttúruni, hevur týdning í okkara námsføðiliga gerandisdegi og at vit saman skapa eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvið, har børn og vaksin trívast.

Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóru Johannessen leiðara á tlf 565021

Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknir
saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 20.09.2022

Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo

Líknandi størv

9. marts 2026
Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið