Barnahúsið Imba
Útgivið
30. august 2024
Útgongur
12. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum undir skúlaaldur!
Barnahúsið IMBA søkir eftir námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólki at koma í starv frá 16. september 2024.

Størvini eru til barnagarðsstovu:
Eitt starv á 30 tíma viku til námsfrøðing, um eingin námsfrøðingur søkir seta vit atstøðing ella hjálparfólk í tíðaravmarkað starv í eitt ár.
Eitt tíðaravmarkað starv á 27 tíma viku, fram til 01. Mars 2025.

Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboðið betri vinir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

  • Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
  • Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag samanvið børnunum.
  • Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
  • Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu.

Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu.

Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. september 2024, kl. 10:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starviðfæst við at ringja til leiðaran.

Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Líknandi størv

16. september 2024
Skrivstovustarv   Faroe Islands nýtt
13. september 2024
Starvsfólk við royndum   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið