Hvannasunds Kommuna
Útgivið
8. juni 2022
Útgongur
8. juli 2022
Staður
Hvannasund, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Størvini eru:
• Eitt námsfrøðiligt starv á 35 tíma viku í vøggustovuni Lítlidalur, at byrja 08. Augus 2022, sí starvsstaður.
• Eitt námsfrøðiligt starv á 34 tíma viku, í vøggustovuni Áardalur, at byrja 08. august 2022, sí starvsstaður.
• Eitt námsfrøðiligt starv á 35 tíma viku, í vøggustovuni Áardalur, at byrja 08. august 2022, sí starvsstaður.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett. Tó verður søkt eftir námsfrøðingi á hvørjum ári til størvini.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við
børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar fram um forðingar

Fysisku karmarnir vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 21. juni 2022, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.

Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið