HVANNASUNDS KOMMUNA
Útgivið
2. december 2022
Útgongur
15. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, smábarnastovu, barnagarði og frítíðarskúla.

Størvini eru:
• Eitt námsfrøðiligt starv á 36 tíma viku í barnagarðsstovuni Fossdalur, at byrja 01. januar 2023, sí starvsstaður.
• Eitt námsfrøðiligt starv á 34 tíma viku, í smábarnastovuni Áardalur, at byrja 01. januar 2023, sí starvsstaður.
• Eitt námsfrøðiligt starv á 20 tíma viku seinnapart í barnagarðsstovuni Fossdalur, at byrja 01. januar 2023, sí starvsstaður.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett frá 01. Januar 2023 til 12. August 2023, allir nevndu dagar íroknaðir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar fram um forðingar

Fysisku karmarnir vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. desember 2022, kl. 22:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið