Lýsing
Barnahúsið Imba er opið frá klokkan 7.30 til 16.30.
Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla.
Størvini, ið vit søkja eftir eru:
• Endurlýsing námsfrøðing til 35 tíma viku, í barnagarðsstovu, at byrja 16. oktober 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.
- Endurlýsingnámsfrøðing til 34 tíma viku, í barnagarðsstovu, børn 3 og 4 ár, at byrja 16. oktober 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.
- Endurlýsingnámsfrøðing til 35 tíma viku, í vøggustovu, at byrja 16. oktober 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.
- Námsfrøðingtil 26 tíma viku, í frítíðarskúla, at byrja 16. oktober 2023, tímarnir liggja frá áleið 11.15 til allan seinnapartin. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
- Erjaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
- Hevurhug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
- Ersjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
- Særmøguleikar fram um forðingar.
Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA:
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.
Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 07. oktober 2023, kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891