Lýsing
Barnakonueindin, á Landssjúkrahúsinum, søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til summarfrítíðarstørv frá 01.06.2026 til og við 31.08.2026.
Barnakonueindin
Barnakonueindin er partur av Familjudeplinum. Virksemið á Barnakonueindini er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primæra geiranum.
Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftirføðing.
Endamálið er at veita viðgerð og røkt til barnakonur/mammur, nýfødda barnið og familjuna sum heild. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.
Eindin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.
sí lýsing her