Almannaverkið
Útgivið
2. november 2023
Útgongur
14. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Eitt barnsburðarfarloyvisstarv 40 tímar um vikuna at seta skjótast gjørtligt, fram til 31.10.2024. Arbeiðsstaðurin er í Hoyvík.

Eisini verður søkt eftir fólkum at avloysa í sambandi við feriu, avspáking, sjúku o.a. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur
Almannaverkið leitar eftir starvsfólki við góðum samskiftishegni at arbeiða á stovni í Hoyvík, sum er fyri ung fólk við autismu.

Um tú ynskir at gera mun fyri fólk við autismu og at verða partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, so er møguleikin her.

Á stovninum búgva tvey ung fólk, sum hava tørv á sernámsfrøðiligari viðgerð og umsorgan í einum tryggum og væl skipaðum umhvørvi. Fremsta uppgávan er at skilja og samskifta við ungu fólkini. Starvsfólkatoymið bjóðar teimum upplivingar og arbeiðir miðvíst við at menna sosialu førleikarnar hjá teimum, so tey kunnu fáa eitt so gevandi og innihaldsríkt lív, sum til ber. Uppgávan er eisini at stuðla teimum í sambandi við persónliga røkt.

Við neyðuga stuðlinum og umsorganini fáa ungu fólkini ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Arbeitt verður í stóran mun sjálvstøðugt, har hvørt starvsfólk hevur stóra ávirkan á gerandisdagin. Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum og mannagongdum, sum eru á stovninum.

Tørvur er á starvsfólkum, sum stremba eftir fakligari vitan og menning, og sum hava persónligu eginleikarnar at einfaldgera ein umskiftandi og avbjóðandi gerandisdag. Við smáum framstigum flyta tey ungu fólkini seg hvønn dag fram á leið. Til hettar krevst tolni og áhaldni.

Førleikar og væntanir til umsøkjarar
Vit vænta at tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar, eina jaliga menniskafatan og at tú fært tey ungu at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Umráðandi er, at tú við eldhuga stuðlar fólkunum til betur at megna avbjóðingarnar, sum tey hava. Tað hevur týdning, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað.

Umráðandi er at tú ert støðugur, áhaldandi, tolin og jaligur. Tað er umráðandi, at tú hevur gott sinnalag og eginleikan at duga at finna loysnir.

Hevur tú námsfrøðiliga útbúgving ella útbúgving sum ergoterapeutur, kann tað vera ein fyrimunur, men tað er tó ikki ein treyt fyri at fáa starv. Vit ynskja okkum starvsfólk, sum brenna fyri at arbeiða við sernámsfrøði og leggja dent á samskifti í breiðastu merking.

Arbeitt verður við strukturi, har tað í tí dagliga verður nýtt boardmaker. Har afturat brúka vit náttúruna, low arousal og massagu. Síðumansupplæring verður veitt.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í eindini Autisma í Trivnaðardeplinum. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella Ergoterapeutfelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14.11.2023 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ken Lindenskov Olsen, leiðara telefon 297427 ella Elisabeth Christiansen, eindarleiðara, telefon 297416

sí lýsing her

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið