Umhvørvisstovan
Útgivið
3. februar 2026
Útgongur
4. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og tænastusinnaðum starvsfólki til Stjórnarskrivstovuna í eitt barnsburðarfarloyvisstarv. Stjórnarskrivstovan er stápseind á Umhvørvisstovuni og hevur ábyrgd av tvørgangandi viðurskiftum á stovninum. Hetta fevnir m.a. um starvsfólkaviðurskifti, innan- og uttanhýsis samskifti, KT-support og KT-trygd, journal, fíggjarviðurskifti, móttøku, reingerð og viðlíkahald.

Starvið
Tú verður partur av einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi, har tú hevur møguleika at menna teg í starvinum. Tínar høvuðsuppgávur vera millum annað at:

  • svara fyrispurningum um matrikulerar broytingar og tinglýsing
  • luttaka í uppgávum á Landsfólkayvirlitinum og í sambandi við vápnaskráseting, tá tørvur er á tí
  • journalisera og taka lut í fyrifallandi skrivstovuuppgávum
  • loysa av í móttøkuni, tá tørvur er á tí
  • fyrireika fundir
  • málsviðgera umsóknir um endurrindan av MVG
  • loysa ymiskar fyrifallandi uppgávur

Førleikar
Vit vænta at tú:

  • hevur skrivstovuútbúgving
  • ert tænastusinnað/ur
  • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við ymisk fólk
  • dugir at tosa og skriva á føroyskum
  • dugir at leggja arbeiðið til rættis og arbeiða sjálvstøðugt

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting.

Setan
Starvið er fulltíðarstarv, ella sambært avtalu, og verður sett hálvan apríl, ella sambært avtalu. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv, og er tíðaravmarkað til apríl 2027. Løn og setanartreytir galda sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. mars 2026.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Høgna Lamhauge á telefon +298 342425 ella við telduposti til HogniL@us.fo.

Til ber at søkja starvið her.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

Móttøkufólk til Norrönu   Faroe Islands nýtt
3. februar 2026
Rakstrarleiðari til Strandferðsluna   Faroe Islands nýtt
3. februar 2026
Starvsfólk til RenoVent   Faroe Islands nýtt
3. februar 2026
3. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið