Lýsing
Tann 1. juni letur nýggj spennandi matstova upp í hjartanum í Havn.
Hevur tú áhuga fyri víni, kokkteyls og tænastu? Vit leita eftir einum ágrýtnum barrleiðara, sum trívist við ábyrgd og hevur góð evni at leiða.
Tubbak er eitt nýtt og øðrvísi matstovukonsept, ið sameinir dygdargóðar grillrættir við nýmótans sushi, sum hevur íblástur úr Suðuramerika og Asia. Matupplivingin verður heilt serstøk – við skapandi deilirættum og kokkteylum, livandi tónleiki, spennandi tiltøkum og einari show bar í miðjuni.
Um starvið
Sum partur av leiðslutoyminum í Tubakk fert tú at arbeiða tætt saman við matstovuleiðaranum. Starvið fevnir m.a. um at tryggja høga góðsku og tænastu á matstovuni, gera arbeiðsætlanir, og standa fyri innkeypi av vørum. Tú kemur eisini at upplæra nýggj starvsfók og vera virkin og sjónlig/ur í dagliga rakstrinum.
Tú
Tú ynskir ávirkan, tekur ábyrgd og dugir at hugvekja starvsfelagar. Umframt hetta vænta vit, at tú:
- Hevur royndir innan tænastuvinnuna – leiðsluroyndir er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt
- Er væl skipað/ur og dugir at halda yvirlit, eisini undir trýsti
- Dámar væl at samskifta við gestir, og veit, hvussu umráðandi góð tænastu er
- Trívist í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur eins
- Ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka
Vit bjóða tær
- Eitt spennandi leiðarastarv í einari nýggjari og nýmótans matstovu
- Møguleikan at mynda barr‑konseptið og drykkjumatskránna
- Eitt kreativt og inspirerandi arbeiðsumhvørvi, har góðska og gott samstarv eru í miðdeplinum
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 1. mars 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Starvsbyrjan er 1. mai 2026.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin her.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við matstovuleiðaran Regitze, á rp@hafnia.fo