Lýsing
Tann 1. juni letur nýggj spennandi matstova upp í hjartanum í Havn.
Tubbak er eitt nýtt og øðrvísi matstovukonsept, ið sameinir dygdargóðar grillrættir við nýmótans sushi, sum hevur íblástur úr Suðuramerika og Asia. Matupplivingin verður heilt serstøk – við skapandi deilirættum og kokkteylum, livandi tónleiki, spennandi tiltøkum og einari show bar í miðjuni.
Um starvið
Sum barrtænari á Tubbak verður tin uppgáva at veita framúr góða tænastu, umframt at ráðgeva gestum okkara í stóra úrvalinum av drekkivørum. Harafturat kemur tú at gera skapandi og kreativar kokkteyls, eins og tú kemur at servera útvald vín, ið hóska til ymsu rættirnar. Drekkivørurnar fevna um nýhugsandi kokkteyls, hágóðsku vín, einum stórum úrvali av øli umframt alkoholfríaar drykkivørur.
Tú
Vit vænta, at tú:
- Dámar væl at samskifta við gestir, og veit, hvussu umráðandi góð tænasta er
- Er væl skipað/ur og dugir at hava yvirlit, eisini undir trýsti
- Ert jalig/ur, álítandi og trívist í einum livandi umhvørvi
- Arbeiðir væl í toymi og ert til reiðar at hjálpa, har tørvur er
- Ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka
Vit bjóða tær
- Eitt dynamiskt og stuðlandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum jaligum og motiveraðum toymi
- Upplæring í tænastu og barrarbeiði, umframt góðar møguleikar at menna tínar førleikar
- Ein fjølbroyttan arbeiðsdag og eina jaliga arbeiðsmentan, har tænastugóðska og gott samstarv er í miðdeplinum
Setanartreytir
Setanartreytir fylgja Gistingahús- og Matstovusáttmálanum.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 1. mars 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Starvsbyrjan er 25. maj 2026.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin her.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara matstovuleiðara Regitze á rp@hafnia.fo