Hilton Garden Inn
Útgivið
13. februar 2026
Útgongur
27. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Ert tú tænastusinnað/ur, smílandi og trívist tú í einum arbeiðsumhvørvi, har ferðin er høg og gestirnir eru í miðdeplinum, og ert tú áhugað/ur í mati, víni og grekka? So ert tú kanska tann, vit leita eftir! Hilton Garden Inn søkir eftir barrvørði til okkara barr, í Hallartún.

Vit bjóða tær Eitt spennandi og livandi starvspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum og arbeiðssomum toymi. Tú verður við til at mynda eitt arbeiðspláss við altjóða standardum, har góður stemningur, felagsskapur og virðing er í hásæti. Vit leggja dent á góðan trivnað og gott samstarv ímillum starvsfólk.

Starvið fevnir m.a. um

  • At borðreiða við mati, víni og drykkir
  • At skapa eina hugnaliga uppliving fyri gestum
  • At arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkatoyminum
  • At arbeiða annaðhvørt vikuskifti, avloysari, veistlur og vistaveiting

Vit vænta, at tú

  • Ert 18+ ár
  • Royndir sum barrvørður er ein fyrimunur, men ikki krav
  • Kanst veita eina framúr tænastu
  • Ert fyrikomandi, smílandi og góðar samskiftisførleikar
  • Dámar at arbeiða við fólki
  • Hevur gott yvirlit og dugir at arbeiða undir trýsti
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðug/ur og ert ábyrgdarfull/ur
  • Dugur føroyskt, danskt og enskt

Setan
Starvið verður sett beinanvegin. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi gistingarhússáttmála.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfar skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar?
So ert tú vælkomin at venda tær til Ragnar Fjallstein Dam á ragnar@hiltongardeninn.fo ella á tlf. +298 59 26 52.

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið