The Tarv
Lýsing
Dáma tær at arbeiða við menniskjum? - og hevur tú gott yvirlit?
So hava vit starvið til tín! Tarv leitar eftir einum barrvørði at styrkja toymi okkara.
Um stavið:
- Tú kemur at arbeiða bæði sum barrvørður og barrtænari
- Arbeistíðin er annaðhvørt vikuskifti millum 16:30 og til vit lata aftur kl. 02:00
- Møguleiki er fyri fleiri vaktum.
Vit vænta, at tú:
- Ert fylt/ur 18 ár
- Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan líknandi tænastu
- Dugir at arbeiða undir trýsti og hevur gott yvirlit
- Ert blíð/ur, álítandi og hevur góð samskiftisevnir
- Leggur stóran dent á framúr góða tænastu
Vit bjóða:
- Eitt sosialt og gott arbeiðsumhvørvi við góðum samstarvi
- Møguleika fyri persónligari menning og førleikamenning
- Góðar arbeiðsumstøður í einum grillhúsi við høgum tænastustøði
- Møguleika fyri fleiri vaktum
Soleiðis søkir tú:
Send tína umsókn og títt CV umvegis Alfred.
Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til matstovuleiðaran Angela Askham á angela@tarv.fo