Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
65

Lýsing

Dámar tær væl at koyra bil? Og vilt tú gerast partur av einum góðum toymi á koyrideildini, sum hvønn dag arbeiðir fyri at fáa vøru, góðs og annan flutning trygt og skjótt fram til móttakaran? So hevur Posta kanska eitt starv til tín.

Vit hava nógv at gera og vit leita tí eftir einum bilførara til fulla tíð. Tú fært ein ferðmiklan og spennandi gerandisdag við skiftandi arbeiðstíðum. Á koyrideildini starvast 17 dugnalig fólk.

Um teg
Tú ert tænastusinnað/ur, og hevur eyga fyri góðari tænastu. Tú ert ágrýtin, jalig/ur og skipað/ur í tínum arbeiðslagi. Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini samstundis. Starvsroyndir sum bil- og trukkførari eru ein fyrimunur. Tú vilt lyfta í felag, og eisini megnar tú at lyfta sjálvstøðugt. 

  • Tú hevur stóra koyrikortið og koyrikort til trukk er ein fyrimunur.
  • Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
  • Starvsroyndir við líknandi arbeiði eru ein fyrimunur.

Talan er um starv á fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er í Havn. Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið. Vit ynskja, at tú byrjar skjótast gjørligt.

Umsókn
Umsókn skal sendast til jonhard@posta.fo

Freistin at søkja er 10. juli 2022.

Spurningar
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jónhard Johannesen, leiðara á koyrideildini, á tlf. 236020 ella við telduposti til jonhard@posta.fo.

Um Posta
Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum, og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta er ein logistikkfyritøka og hevur seinastu árini verið í einari stórari menning. Vit eru umleið 150 starvsfólk býtt um alt landið.

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við væl skikkaðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Líknandi størv

Bilførari til sp/f OCD   Faroe Islands nýtt
1. august 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið