Posta
Útgivið
29. marts 2023
Útgongur
11. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær væl at koyra bil? Og vilt tú gerast partur av einum góðum toymi á koyrideildini, sum hvønn dag arbeiðir fyri at fáa vøru, góðs og annan flutning trygt og skjótt fram til móttakaran? So hevur Posta kanska eitt starv til tín.

Vit hava nógv at gera og vit leita tí eftir bilførarum til fulla tíð. Tú fært ein ferðmiklan og spennandi gerandisdag við skiftandi arbeiðstíðum. Á koyrideildini starvast 17 dugnalig fólk.

Um teg
Tú ert tænastusinnað/ur, og hevur eyga fyri góðari tænastu. Tú ert ágrýtin, jalig/ur og skipað/ur í tínum arbeiðslagi. Tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini samstundis. Starvsroyndir sum bil- og/ella trukkførari eru ein fyrimunur. Tú vilt lyfta í felag, og eisini megnar tú at lyfta sjálvstøðugt. 

  • Tú hevur koyrikort till stóran bil. Hevur tú loyvisbræv til trukk er tað ein fyrimunur.
  • Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
  • Starvsroyndir við líknandi arbeiði eru ein fyrimunur.

Talan er um starv á fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er í Havn. Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið. Vit ynskja, at tú byrjar skjótast gjørligt.

sí lýsing her

Líknandi størv

Vit søkja eftir bilførara   Faroe Islands nýtt
25. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið