BÚSETUR
Útgivið
10. december 2022
Útgongur
7. januar 2023
Staður
Á Hjalla 24 188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
busetur@busetur.fo

Lýsing

Søkt verður eftir bilførara/goymslufólki at arbeiða fulla tíð at byrja sum skjótast.

Títt arbeiði verður at:

  • Koyra tilfar og amboð til og frá ymisku arbeiðsplássunum.
  • Halda skil á amboðum og tilfari.
  • Annað fyrifallandi arbeiðið.

Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur tað stóra koyrikortið. Nakað av koyring er millum arbeiðsplássini, ið eru runt um í landinum, so roknast kann við nakað av yvirtíð onkrar dagar.

Sum persónur ert tú røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt. Tú hevur ein jaligan hugburð til arbeiðsuppgávur, og hevur lætt við at samstarva við onnur starvsfólk í virkinum.

Vit bjóða góð og skipað arbeiðsviðurskifti.
Løn og setanartreytir verður avtalað millum partarnar.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umframt teg er eitt starvsfólk 4 tímar dagliga á goymsluni.

Umsókn kann sendast til:
Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188 Hoyvík

Ella á t-post: busetur@busetur.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 6. januar 2023

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830

Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 80 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið