J&K Petersen
Útgivið
13. september 2024
Útgongur
1. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Blandistøðin hjá J&K Petersen veitir dygdargott betong til størri og smærri verkætlanir, og sum pumpubilførari verður tú ein partur av toyminum á 7 fólk, sum veita betong til verkætlanir kring alt landið.

Talan er um fulltíðar starv, har arbeiðstíðirnar kunnu verða skiftandi.

Førleikar:
Rætti umsøkjarin skal hava stóra koyrikortið og gjarna hava royndir við at koyra stórar bilar. Eisini vænta vit, at tú, sum persónur, ert:

- Álítandi
- Arbeiðssamur
- Og hevur góð samstarvsevni

Vit kunnu bjóða:
Góða løn og treytir sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er 1. oktobur 2024. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.

Søk starvið:
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at ringja til Arngrímur Arngrímsson, framleiðsluleiðara, á tlf.: 585025.

Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIK

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið